Gerhard kvetti snórin: Stríðið er vunnið!

Gerhard kvetti snórin: Stríðið er vunnið!
Nú er Sandoyartunnilin opin fyri ferðslu
Snórurin er kvettur, og slottið er vunnið. Ein sigursælur Gerhard Lognberg.
Mynd: © Bjarni Árting Rubeksen  
 
21.12.2023 - 15:45

Tað var ein rørdur Gerhard Lognberg, borgarstjóri í Skopun, sum seinnapartin  kvetti snórin í Sandoyartunlinum, sum nú er latin upp fyri almennari ferðslu.

- Stríðið er vunnið, segði Gerhard Lognberg, tá hann hevði skorið snórin og ynskti øllum til lukku við tunlinum.

Sandoyartunnilin hevur verið hjartamálið hjá Gerhardi Lognberg, bæði sum lands- og kommunalpolitikkara.

Og í dag fekk hann heiðurin at kvetta snórin við tunnilsmunnan í Traðardali.

Áðrenn komið var so langt, var skipað fyri hátíðarhaldi við tunnilsmunnan, har røður vóru hildnar.

 

Bjarni Árting Rubeksen tók myndirnar:

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 8. november
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
216081
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083