Politiskt rok í Íslandi

Politiskt rok í Íslandi
Altingsins umboðsmaður hevur sagt, at Svandís Svavarsdótt­ir, ráðharri, hevði ikki lógarheimild til at steðga hvalaveiðuni í fjør summar
Íslendskir politikarar vilja hava, at Svandís Svavarsdóttir fer úr ráðharrastarvinum, tí hon, sambært altingsins umboðsmanni, fór uttan um lógina.atser
 
08.01.2024 - 06:03

Stórt politiskt rok er nú í Íslandi, tí altingsins umboðsmaður hevur sagt, at Svandís Svavarsdótt­ir, ráðharri, hevði ikki lógarheimild til at steðga hvalaveiðuni í fjør summar.

Hon var steðgað dagin fyri, hon skuldi byrja.

Eingin hvalaveiða var í slakan hálvan triðja mánað.

Katrín Jak­obs­dótt­ir, for­sæt­is­ráðharri, vil ikki koyra ráðharran frá.

Og hon vil heldur ikki kalla altingið saman nú at viðgera málið.

Tingfundur er 22.januar 

Sambært skránni hjá altinginum er tingfundur 22.januar.

Men tingfólk eru, sum vilja hava tingfund nú alt fyri eitt.

Onnur vilja hava ráðharran at fara frá.

Og misálit er eisini nevnt.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334