Nú fáa grønlendingar nýggja fiskivinnulóg

Nú fáa grønlendingar nýggja fiskivinnulóg
Ætlanin er at viðgera uppskotið, tá landstingið kemur saman í mars
Síðani sjálvstýrið kom í 2009, hava 13 landsstýrisfólk umsitið grønlendsku fiskivinnuna. (Savnsmynd)
 
19.01.2024 - 08:52

Í 20 ár hevur ein nýggj fiskivinnulóggáva verið á veg í Grønlandi.

Men nú er uppskotið liðugt, og tað var sent til hoyringar 29.november í fjør.

Hoyringarfreistin er til 24.januar.

Ætlanin er at viðgera uppskotið, tá landstingið kemur saman í mars.

 

Ov stutt freist

Men nógv siga nú, at átta vikur eru ov stutt hoyringarfreist, millum annað, tí jólini vóru í henni.

Sjálvt lógaruppskotið er 22 síður, men viðmerkingarnar eru 119 síður.

Síðani sjálvstýrið kom í 2009, hava 13 landsstýrisfólk umsitið grønlendsku fiskivinnuna.

Lógaruppskotið, sum nú er komið, er gjørt eftir einum áliti, sum fiskivinnunevndin, har sum millum annað vinnan var við, kom við í 2021. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026