21 ísraelskir hermenn doyðu, tá ein løðing brast fyrr enn ætlað

21 ísraelskir hermenn doyðu, tá ein løðing brast fyrr enn ætlað
Hendingin er deyðiligasta álopið, sum ísraelski herurin hevur verið fyri, síðani kríggið millum Hamas og Ísrael brast á 7. oktober
Ísraelskir hermenn, sum stríðast í Gasa. Í gjár doyðu 21 ísraelskir hermenn, tá ein rakett rakti nærindis.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
23.01.2024 - 14:56

21 ísraelskir hermenn lótu lív í einum rakettálopi í gjár, boðaði ísraelski herurin frá í morgun. 

Hermenninir fyrireikaðu eina løðing, sum skuldi taka ein bygning niður í Gasa, tá ið ein rakett rakti nærindis.

Løðingin, sum hermenninir fyrireikaðu, sprongdist fyrr enn ætlað, og hermenninir lógu undir bygninginum, tá hann rapaði, skrivar tíðindastovan AP.

Hendingin er deyðiligasta álopið, sum ísraelski herurin hevur verið fyri, síðani kríggið millum Hamas og Ísrael brast á 7. oktober, siga talsfólk hjá ísraelska herinum. 

 

Størri trýst at fáa vápnahvíld

Deyðiliga hendingin kann hava við sær størri trýst á ísraelsku stjórnina, um at fáa í lag vápnahvíld, skrivar AP.

Sambært nýggjastu tíðindunum frá ísraelska herinum, hava ísraelskar herdeildir kringsett býin Khan Younis har suðuri í Gaza, sum verður hildin at vera ein høvuðsborg hjá Hamas. 

Sambært miðlinum "Times of Israel", eru nógv Hamas-fólk dripin í álopum á Khan Younis.

Eisini nógv sivilfólk hava latið lív. Seinasta samdøgrið hava 195 palestinar latið lív, hevur heilsumálaráðið í Gasa boðað frá, skrivar danska kringvarpið. DR leggur aftrat, at søguliga sæð hava upplýsingar av hesum slagi frá hesi keldu verið eftirfarandi og sambærlig við tøl frá neyðhjálparfelagsskapum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 2. juni
Morgunlestur týsdagur 2.juni 2026
208840
Mánadag 1. juni
Við Tórði á túri í Edinburgh
209154
Mánadag 1. juni
Poppverturin 1
208461
Mánadag 1. juni
Morgunlestur mánadagur 1.juni 2026
208839
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 1. juni
Veðrið
209155
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
209050
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mf gentur 17-18
209045
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 6 mannafør kvinnur
209044