Tveittu suppu á Mona Lisu

Tveittu suppu á Mona Lisu
Mótmælisfólkini kravdu rætt til sunnan og burðadyggan mat
Mótmælisfólkini frammanfyri Mona Lisu. Mynd: David Cantiniaux/AFP/Ritzau Scanpix
Mynd: David Cantiniaux/AFP/Ritzau Scanpix  
 
28.01.2024 - 11:29

Mótmælisfólk hava í morgun tveitt suppu á heimskenda málningin Mona Lisu, sum hongur í listasavninum the Louvre í París. 

Tað skrivar bretska kringvarpið. 

Málningurin hjá Leonardo Da Vinci er tó vardur av glasi, so tað er ósannlíkt, at málningurin fekk skaða av herverkinum. 

Mat aftursvar
Eitt sjónband frá staðnum vísir tvær kvinnur í stuttermdum blúsum við boðskapinum "Mat aftursvar", tveita suppu á málningin. 

Hareftir kravdu tær rætt til sunnan og burðadyggan mat, meðan tær søgdu, at landbúnaðarskipan er sjúk, skrivar BBC.

Trygdarfólk í savninum settu svartar skermar fyri tær, áðrenn fólk blivu koyrd úr rúminum. 

Hetta er ikki fyrstu ferð, at mótmælisfólk hava framt herverk móti kenda málningnum, og hevur málningurin síðan fimtiárunum verið vardur við glasi, aftaná ein vitjandi kastaði sýru á málningin. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 3. juni
Radio SALT - 030626
209266
Mikudag 3. juni
Dylan 85 (4:4)
209251
Mikudag 3. juni
Skratsj 3. juni 2026
209243
Mikudag 3. juni
Morgunlestur mikudagur 3.juni 2026
208841
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233
Týsdag 2. juni
Veðrið
209207
Mánadag 1. juni
Veðrið
209155