Leiðslan kastað frá sær - Snarhús farið í skiftirættin

Leiðslan kastað frá sær - Snarhús farið í skiftirættin
Í næstum verður bústjóri settur at rudda upp í tí, sum eftir er í fyritøkuni
Í fjørsummar stóðu Eyð Arge og Kai Arzdorf í Havn við einum húsum, framvegis í hálvum gekki, átta mánaðir eftir at tey sambært sáttmálanum við Snarhús skuldu verið flutt inn.
 
29.01.2024 - 12:55

Leiðslan í byggifyritøkuni Snarhús hevur kastað frá sær, og felagið er sent skiftirættinum til tvingsilsavtøku.

Tað upplýsir skiftirætturin fyri Kringvarpinum. 

Í fjørsummar kundi Kringvarpið vísa á fleiri dømi, har familjur, ið høvdu keypt hús frá hesi byggifyritøku, vóru komin rættiliga illa fyri.

Nú - hálvt ár seinni - hava nevnd og leiðsla í Snarhúsum blakað frá sær, skiftirætturin hevur tikið yvir, og í næstum verður bústjóri settur at rudda upp í tí, sum eftir er.

Hoyr innslag i útvarpstíðindunum: 

 

29012024_Snarhus

 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. desember
Jambalaja - 201225
201796
Leygardag 20. desember
Upp á tá - 191225
201791
Fríggjadag 19. desember
Vikuskiftið 19 des 2025
201783
Fríggjadag 19. desember
RagnarRokk: Peavy Wagner um A New World Rising
201758
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 20. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201790
Fríggjadag 19. desember
Veðrið
201780
Fríggjadag 19. desember
Vigdís 4:4 - teknmálstulkað
201775
Fríggjadag 19. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201757
Hósdag 18. desember
Veðrið
201723