ES letur Ukraina 373 milliardir í hjálp

ES letur Ukraina 373 milliardir í hjálp
Øll 27 limalondini tóku undir hjálparpakkanum, eisini Ungarn
Týski samveldiskanslarin, Olof Scholz, og ungarski forsætisráðharrin, Viktor Orban. Eisini Ungarn tók undir við hjálparpakkanum til Ukraina.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
01.02.2024 - 14:56

ES-leiðararnir gjørdu skjótt av á toppfundinum ídag.

Fundurin var ikki meira enn byrjaður, so bleiv kunngjørt at semja var komin í lag millum tey 27 ES-londini, um at lata Ukraina ein stóran hjálparpakka upp á 373 milliardir krónur, býtt á fýra ár.

Nógv stúrdu fyri, at forsetin í Ungarn, Viktor Orbán, fór at steðga hjálparpakkanum og nýta sýtingarrættin, eins og gjørt var í desember, tá ES-samráðingar um hjálparpakka til Ukraina endaðu úrslitaleysar, tí Ungarn brúkti sýtingarrættin.

Tíðindamaðurin hjá DR í Brússel, Ole Ryborg, var tikin á bóli av skjótu avgerðini:

 

0102204_Ole_Ryborg

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329