Gassspreinging í Nairobi kravdi trý mannalív

Gassspreinging í Nairobi kravdi trý mannalív
Sambært myndugleikunum sprongdist ein lastbilur, sum flutti gass
Fleiri hús, handlar og bilar fingu skaða í spreingingini.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
02.02.2024 - 14:36

Trý fólk eru deyð og okkurt um 300 løstað í einari gassspreinging í kenjanska høvuðsstaðnum, Nairobi.  

Tað skrivar bretska kringvarpið.

Sambært myndugleikunum var tað ein lastbilur, sum flutti gass, sum sprongdist um hálvgum tólv tíðina í gjárkvøldið.

Sambært Wesley Kimeto, politiovasta, er eitt barn millum tey trý, sum doyðu, og  271 fólk vóru flutt á sjúkrahús.

 

Spreingingin kravdi trý mannalív, og 271 fólk vóru løgd inn á sjúkrahús. (Mynd: AFP/Ritzau Scanpix)

 

Tey flestu útskrivað

Borgarstjórin í Nairobi, Sakaja Johnson, sigur við BBC, at tey flestu eru útskrivað aftur, men at í minsta lagi 39 fólk eru flutt á aðrar stovnar til viðgerðar við álvarsomum løstum.

Enn verður leitað í økinum eftir fólki.

Fleiri hús, handlar og bilar fingu skaða í spreingingini.

Økið er avbyrgt, og nú verður kannað, hví spreingin hendi.

Sambært bretska kringvarpinum er eitt fólk handtikið í sambandi við spreingingina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114