Næstan dupult so nógvar tinggentur sum tingdreingir

Næstan dupult so nógvar tinggentur sum tingdreingir
33 tingfólk eru í ungdómstinginum, 20 gentur, og tá er løgtingsforkvinnan, Bjørt Samuelsen, tald við, og 13 dreingir
Ungdómsting verður í dag og í morgin.
 
05.02.2024 - 05:43

Ungdómstingið verður sett í dag klokkan tíggju.

33 tingfólk eru, 19 gentur, og tá er løgtingsforkvinnan, Bjørt Samuelsen, tald við, og 13 dreingir.

Løgtingsforkvinnan beyð í juni í fjør næmingunum í framhaldsdeild fólkaskúlans at senda inn  lógaruppskot og uppskot til samtyktar at viðgera í ungdómstinginum.

Átta skúlar sendu 20 uppskot.

Avgjørt er, at 10 uppskot koma til viðgerðar í ungdómstinginum, sigur Bjørt Samuelsen, løgtingskvinna.

Uppskotini eru millum annað um samferðslu, frítíðartilboð, skúlaviðurskifti, aldursmark fyri at selja tubbak og revsing fyri neyðtøku.

Triggjar nevndir eru, mentanarnevndin, rættarnevndin og trivnaðarnevndin.

Tær hava fund seinnapartin í dag.

Átta skúlar við

Eysturskúlin, Runavíkar kommunuskúli, Tofta skúli, samstarvið millum Runavíkar skúla og Tofta skúla, skúlin á Fløtum, skúlin við Streymin, Sandoyar meginskúli og Fuglafjarðar skúli eru við í umgdómstinginum. 32 næmingar eru í ungdómstinginum.

Endamálið við ungdómstinginum er at geva næmingunum størri innlit í fólkaræðið, at læra tey at vera virknari í fólkaræðinum og vísa teimum, hvussu avgerðarmannagongdir virka í einum fólkaræði.

Endamálið er eisini at geva næmingunum innlit í arbeiðið hjá løgtinginum.

Ungdómstingið verður í dag og í morgin.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
214022
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849