Skriðulop hevur stongt vegin

Skriðulop hevur stongt vegin
Tað er ikki koyrandi í løtuni á landsvegnum millum Leynatunnilin og bensinstøðina í Kollafjarðardali, tí eitt skriðulop er komið út á vegin.
Ikki er í løtuni koyrandi fram við Mjáuvøtnum, tí eitt skriðulop er komið út á vegin
Mynd: Føroya Politi  
 
11.02.2024 - 13:02

- Vit fingu fyri eini lítlari løtu síðani fráboðan um, at eitt nokk so stórt skriðulop var komið út á vegin við Mjáuvøtn, so har er ikki koyrandi í løtuni, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn.

- Fólk frá Landsverki eru á veg at rudda vegin, so tað vónandi aftur verður koyrandi nokk so skjótt. Men hetta er eitt stórt skriðulop, sum kanska er einar fýra ella fimm billongdir eftir vegnum.

Hetta er triðja fráboðanin, politiið fær um skriðulop í dag, tí tvær aðrar fráboðanir hava verið í morgun í sama øki.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221
Sunnudag 13. september
Andaktin við Christiani Gabrielsen
213166