Rafah: Suðurafrika biður ST-dómstól umhugsa at leggja uppí

Rafah: Suðurafrika biður ST-dómstól umhugsa at leggja uppí
Suðurafrika biður dómstólin gera av, um álopsætlanin hjá Ísrael krevur, at fleiri stig verða tikin til tess at verja rættindini hjá palestinum
Fólk í Rafah flýggja úr býnum, tí tey stúra fleiri fyri ísraelskum álopum.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
13.02.2024 - 15:56

Suðurafrika vil hava altjóða dómstólin hjá ST at taka støðu til, um ætlanin hjá Ísrael at herða álopini í býnum Rafah í Gasageiranum, krevur, at dómstólurin leggur upp í málið.

Tað skrivar Reuters.

Í januar avgjørdi ST-dómstólurin, at Ísrael skal gera alt, tað er ment, at halda allar altjóða reglur. 

Eisini ta ferðina vildi Suðurafrika hava dómstólin at taka støðu til málið. 

Nú biður Suðurafrika dómstólin gera av, um álopsætlanin hjá Ísrael krevur, at fleiri stig verða tikin til tess at verja rættindini hjá palestinum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655