Sást tú hólmgonguna millum forfólkavalevnini í Føroya Pedagogfelag?

Sást tú hólmgonguna millum forfólkavalevnini í Føroya Pedagogfelag?
Valevnini til forfólkasessin í Føroya Pedagogfelag vóru í hólmgongu í Breddanum, sum varð stroymdur. Til ber tískil eisini at síggja hólmgonguna her á heimasíðuni
Sanna á Løgmansbø, valevni, og Jógvan Philbrow, sitandi formaður í Føroya Pedagogfelag
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
14.02.2024 - 13:23

Tað verður ein eitt sindur meira spennandi aðalfundur enn vanligt, tá limirnir hjá Føroya Pedagogfelag 2. mars savnast á Hotel Føroyum til aðalfund felagsins. 

Fyri fyrstu ferð í níggju ár eru fleiri um boðið til sessin sum forfólk í einum av størstu fakfeløgum í landinum. 

Teir 2.000 limirnir hjá Pedagogfelagnum skulu nevniliga tær næstu vikurnar velja millum formannin síðsti níggu árini, Jógvan Philbrow, ella avbjóðaran Sannu á Løgmansbø. 

Seinast fleiri vóru um boðið var í 2015, tá Jógvan Philbrow, sum tá var nevndarlimur, bjóðaði táverandi forkvinnuni, Maud Wang Hansen av. 

Valevnini til forfólkasessin í Føroya Pedagogfelag vóru í hólmgongu í Breddanum, sum verður stroymdur. Til ber tískíl at síggja hólmgonguna her. 

 

20240213_NET_FORFOLKAVAL_FOROYA_PEDAGOGFELAG

 

Valið í Føroya Pedagogfelag er talgilt, og limirnir felagsins kunnu longu nú velja. Seinasta freist at greiða atkvøðu á middegi 1. mars. 

Úrslitini verða kunngjørd á aðalfundinum 2. mars. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 27. mai
Skratsj 27. maj 2026
208865
Mikudag 27. mai
Eitt korter við klassiskum
208859
Mikudag 27. mai
Morgunlestur mikudagur 27.mai 2026
208231
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 27. mai
Lokkin 1:2
109457
Mikudag 27. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208852
Týsdag 26. mai
Veðrið
208816
Mánadag 25. mai
Andaktin 2. Hvítusunnudag
208776