Ísrael hóttir við álopi á Rafah, verða gíslar ikki latnir leysir

Ísrael hóttir við álopi á Rafah, verða gíslar ikki latnir leysir
Sambært ísraelska herinum, eru okkurt um 130 gíslar í Gasa enn, men óvist er, hvussu nógvir eru á lívi
Beny Gantz er fyrrverandi verjumálaráðharri í Ísrael. Nú situr hann í krígsráðnum, sum var skipað eftir at Hamas leyp á Ísrael 7. oktober.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
19.02.2024 - 08:25

Verða gíslarnir í Gasa ikki latnir leysir næstu tríggjar vikurnar, fer ísrael at søkja at býnum Rafah har suðuri í Gasa við landhermegi.

Tað vóru boðini hjá Benny Gantz, sum er limur í ísraelska krígsráðnum, tá ið hann helt røðu á einari amerikansk-jødiskari ráðstevnu í Jerusalem, skrivar danska kringvarpið.

Ísraelska krígsráðið var sett á stovn eftir yvirgangsálopið hjá Hamas 7. oktober. 

Sambært ísraelska herinum, eru okkurt um 130 gíslar í Gasa enn. Óvist er tó, hvussu nógvir eru á lívi.

- Heimurin skal vita av hesum, og Hamas-leiðararnir eisini: Um okkara fólk, sum sita í fangaskapi, ikki eru heima fyri Ramadan, halda bardagarnir fram, eisini í Rafah-økinum, segði Benny Gantz sambært fleiri miðlum, millum anað BBC og Times of Israel.

 

Byrjar 10. mars

Muslimski hátíðarmánaðurin, Ramadan, byrjar sunnudagin 10. mars.

Rafah er nærindis markinum millum Gasa og Egyptaland, og eftir at Ísrael fór inn í býin Khan Younis, eru fleiri hundraðtúsund palestinar flýddir til Rafah.

Sambært altjóða hjálparfelagsskapum, millum annað Læknum uttan landamark og Reyða krossi, eru yvir 1,3 milliónir palestinar í og uttan fyri Rafah.

Benny Gantz legði aftrat, at Ísrael vil samstarva við USA og Egyptaland um at hjálpa sivilum úr býnum.

Ísraelska stjórnin hevur ikki váttað tað, sum Benny Gantz hevur sagt.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961