- Tíðindi, mentan og ítróttur
Løgmaður: Kunnu kenna okkum trygg, hóast heimurin er ótryggur
- Vit í Føroyum kunnu kenna okkum trygg, hóast heimurin er vorðin meiraótryggur.
Tað sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður, sum er afturkomin av trygdarráðstevnu í München í Týsklandi.
Hetta er fyrstu ferð, at Føroyar hava verið umboðaðar á tílíkari ráðstevnu.
Løgmaður sigur, at nú ráðstevnan er av, standa trý evni eftir.
Tey eru, at vesturheimurin stendur saman um Ukraina, at Russland er eitt óhugnaligt einaveldi, og at forsetavalið í USA í heyst verður rættiliga avgerandi.
Kona russiska andstøðupolitikaran Alexei Navalny, Julia, helt røðu stutt eftir at tíðindini bórust, at hann var deyður. Henda røðan var kensluborin og hevði stóra ávirkan, sigur løgmaður.
(Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix)