Breyt inn á Hafnia eftir mati

Breyt inn á Hafnia eftir mati
Vakmyndatól gera, at politiið sigur seg vita, hvør breyt inn
Hotel Hafnia.
 
22.02.2024 - 08:28

Innbrot var á Hotel Hafnia nakað eftir midnátt.

Vakmyndatól gera, at politiið sigur seg vita, hvør breyt inn.

Matur er tikin.

 

Fish and Chips

Pengar vóru tiknir í innbrotinum í Fish and Chips í Havn týsnáttina.

Men politiið hevur tikið tann, sum breyt inn, og allir pengarnir, okkurt um 2.000 kr., eru komnir afturíaftur.

Illgruni er um, at onkur annar eisini var við í tí innbrotinum, sigur politiið.

 

Hálka

Stutt eftir klokkan sjey í morgun fór ein bilur út av Vatnavegnum í Vágum.

Har var sera hált, sigur politiið.

Níggju mál vóru skrivað í ferðslukanning millum Havnina og Klaksvík í gjár.

Tríggir bilførarar brúktu telefon, hjá fýra vóru lyktirnar ikki í lagi og tveir brúktu ikki trygdarsela.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 21. mai
RagnarRokk 21.mai 2026
208248
Hósdag 21. mai
Nýtt ljóð
208688
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 21. mai
Veðrið
208691
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590