USA setur 500 tiltøk aftrat í verk móti Russlandi

USA setur 500 tiltøk aftrat í verk móti Russlandi
Tiltøkini raka m.a. einstaklingar, sum hava samband við, at Navalnyj var fongslaður, russiska fíggjargeiran og verjuídnaðin
Amerikansku tiltøkini hava m.a. samband við, at andstøðingurin, Aleksej Navalnyj, doyði í einum russiskum fongsli. (Savnsmynd)
 
23.02.2024 - 13:41

USA setur 500 nýggj tiltøk í verk móti Russlandi fyri kríggið í Ukraina, og eftir at russiski andstøðingurin Alexej Navalnyj doyði í fongsli, skrivar tíðindastovan Reuters, sum vísir til fráboðan úr Hvítu húsunum.

Tiltøkini raka m.a. einstaklingar, sum hava samband við, at Navalnyj var fongslaður, russiska fíggjargeiran og verjuídnaðin.

100 feløg og felagsskapir verða beinleiðis rakt av tiltøkunum. 

Hesi skulu, sambært Hvítu húsunum, skipa fyri russisku krígsførsluni ella hava stuðlað krígnum gjøgnum bakdyrnar.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025