43 ára gamal maður tikin í størsta kokain-máli í Íslandi

43 ára gamal maður tikin í størsta kokain-máli í Íslandi
Hildið verður, at hann er partur í málinum, har fýra íslendingar longu eru dømdir stranga revsing
Maðurin var eftirlýstur gjøgnum Interpol í sambandi við, at 100 kilo av kokaini skuldu smuglast til Íslands. (Savnsmynd)
 
29.02.2024 - 14:21

Ein 43 ára gamal maður er handtikin í sambandi við kanningararbeiði hjá íslendsku løgregluni í størsta kokain-máli í søgu Íslands.

Maðurin var eftirlýstur gjøgnum Interpol í sambandi við, at 100 kilo av kokaini skuldu smuglast til Íslands. 

Kokainið var væl krógvað í trætrumlum í eini bingju, sum var send úr Brasil til Íslands við millumstøð í Rotterdam.

 

Níggju ára fongsul

Hollendskir tollarar funnu rúsevnið og tóku tað úr trætrumlunum, og løgdu í staðin syntetiskt evni í trumlurnar.

Fýra íslendingar vóru tá ákærdir fyri smugling, og tann, sum fekk strangasta dóm, var dømdur níggju ára fongsul.

Hægstirættur í Íslandi staðfesti eisini, at tað er prógvað, at teir fýra skipaðu fyri smuglingini saman við einum ókendum manni.

Og hildið verður, at tað er 43 ára gamli maðurin, sum nú er handtikin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 1. mai
Grønir fingrar (1:3)
191286
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117