Skerdir føroyameistarar taka ímóti ÍF

Skerdir føroyameistarar taka ímóti ÍF
Tveir av ungu spælarunum hjá KÍ fáa møguleikan frá byrjan, tá KÍ tekur ímóti ÍF í dag. Dysturin við Djúpumýrar er ein av fýra í landskappingini í fótbólti í dag
Árni Frederiksberg byrjar eisini inni fyri KÍ, sum tekur ímóti ÍF í Klaksvík
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
10.03.2024 - 14:52

Jóhan Josephsen og Jákup N. Vilhelmsen byrja inni í fyrsta dystinum hjá KÍ í ár.

Føroyameistarin tekur ímóti ÍF, og átta skaðar gera, at teir báðir fáa kjansin frá fyrsta bríksli, skrivar Norðlýsið.

Ari í Haraldsstovu Petersen, sum kom úr 07 Vestur í vetur, byrjar innni í málinum hjá teimum bláu.

 

Fýra dystir í dag

Tríggir aðrir dystir í Betri-deildini við monnum eru í dag. 

Klokkan 17:00 tekur B68 ímóti B36 á Svangaskarði. Ein tíma seinni byrjar dysturin ímillum HB og NSÍ í Gundadali í Havn. Útvarpið sigur frá spennandi uppgerðini beint eftir tíðindini.

Klokkan 18:30 spæla Skála og EB/Streymur undir Mýruhjalla á Skála.

Í gjár vann Víkingur ársins fyrsta landskappingardyst. Finnur Justinussen og Sølvi Vatnhamar skutu málini í 2-0 sigrinum á 07 Vestur í Sørvági.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
Nýtt ljóð
215223
Hósdag 22. oktober
Eitt korter við jazzi 22. oktober 2026
215211
Hósdag 22. oktober
Breddin: Føroysk hjálp til Ukraina
215198
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053