Radarin: Fátækradømi undir sjóneykuna

Radarin: Fátækradømi undir sjóneykuna
Næstan 5000 fólk í Føroyum eru í fátækraváða. Men hvat merkir tað? Hvør er fátækur, hvussu upplivist tað, og hvørjar kunnu avleiðingarnar vera?
 
10.10.2018 - 12:56

Millum tey næstan 5000 fólkini í fátækraváða eru 1160 børn.

Avleiðingarnar av langtíðar fátækradømi kunnu vera álvarsligar, serliga fyri børn. Og tað eru serliga einlig foreldur við smáum børnum, sum eru í størst fátækraváða.

Í sendingini skifta vit orð við Hera Petersen, fulltrúa, Jóannes Jacobsen, búskaparfrøðing, Eriku Anne Hayfield, samfelagsfrøðing, Siri Joensen og Barbaru Olsen, sosialráðgevar (tær verða nevndar málsviðgerðar í sendingini, sum ikki er rætt).

Sonja Jógvansdóttir, uttanflokkatingkvinna, og Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, siga sína hugsan um fátækradømi, og Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, um hvat hon ætlar at gera við trupulleikan síðstu tíðina í landsstýrissessinum.

1243912

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 28. juni
Guðstænasta í Rituvíkar kirkju
210233
Leygardag 27. juni
Morgunlestur leygardagur 27.juni 2026
209944
Leygardag 27. juni
Radio Stjernekilde - Partur 6
209135
Fríggjadag 26. juni
Morgunlestur fríggjadagur 26.juni 2026
209943
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. juni
Veðrið
210218
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179
Mikudag 24. juni
Myndlist í Føroyum (3:11)
108824
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107