Landsferðslunevndin skal viðgera listina í Sandoyartunlinum

Landsferðslunevndin skal viðgera listina í Sandoyartunlinum
Nevndin er eitt samstarv millum politiið og Landsverk, sum eru ferðslu- og vegamyndugleikar
Spurningurin, um listin í Sandoyartunlinum órógvar tey, sum koyra, er nú endaður á borðinum hjá landsferðslunevndini.
 
12.03.2024 - 12:56

Málið um listina í Sandoyartunlinum verður tikið upp í Landsferðslunevndini. 

Tað upplýsti Michael Boolsen, fúti, fyri Degi og Viku í gjárkvøldið.

Landsferðslunevnin er eitt samstarv millum politiið og Landsverk, sum eru ferðslu- og vegamyndugleikar. Aftrat sær hava tey Akstovuna og Ráðið fyri Ferðslutrygd sum ráðgevandi partar.

Landsferðslunevndin er tískil eitt forum, har partarnir viðgera ivamál og spurningar, sum hava við ferðslu at gera, áðrenn avgerðir verða tiknar av avvarðandi pørtum.

 

 

Sparkaði bóltin til fútan

Tað var annars aðalstjórin í Fiski- og samferðslumálaráðnum, sum sparkaði bóltin til fútan at taka avgerð um, hvør hevur avgerðarrætt at siga, um listin í Sandoyartunlinum er til bága fyri ferðsluna.

Tað sæst í innliti hjá Kringvarpinum.

Landsverk bað Samferðslumálaráðið vátta, at landins vegamyndugleiki viðvíkjandi vegum á landi og vegum í undirsjóvartunlum liggur hjá Landsverki, tí Landsverk søguliga eisini hevur havt eitt yvirskipað eftirlit við trygdini í øðrum undirsjóvartunlum.

 

 

Váttanin kom ikki

Men hendan váttan kom ikki. 

Í staðin segði Elin Mortensen, aðalstjóri í Samferðslumálaráðnum, at tað helst var fútin, sum má taka avgerð, um listaverkini eru ein bági fyri ferðsluna eftir grein 49, stk. 2, í ferðslulógini.

Tann greinin sigur: "Skelti, reklamur, ljósvæl o.t., sum sæst frá gøtu, veg ella plássi, kann politivaldið krevja burtur, um so er, at tey ..... eru villandi ella til stórvegis bága fyri ferðsluna.”

Hetta er sama grein, sum Teitur Samuelsen, stjóri í Sandoyartunlinum, vísti til 8. januar, tá hann kveistraði boðini frá Landsverki um listina til viks, og somuleiðis segði, at Landsverk ikki skuldi góðkenna listina.

So, meðan Landsverk ikki fær greitt at vita, at tey eru vegamyndugleiki, og avgerðin um listina er løgd til fútan, so fer fútin í landsveganevndina at viðgera spurningin saman við Landsverki.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Leygardag 5. september
Heilsuhornið
212604
Fríggjadag 4. september
Vikuskiftið 4 sept 2026
212745
Fríggjadag 4. september
LEITISSTEIN 04.09.2026 (Fríða Saiya)
212738
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572