Danmark fer at brúka meira enn tvey prosent av BTÚ til verjuna

Danmark fer at brúka meira enn tvey prosent av BTÚ til verjuna
Og nú skal herskyldan ikki bara galda fyri menn, men eisini kvinnur, sigur Mette Frederiksen, forsætisráðharri
Mette Frederiksen, forsætisráðharri, Lars Løkke Rasmussen, uttanríkisráðharri, og Troels Lund Poulsen, verjumálaráðharri, á tíðindafundi í morgun.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
13.03.2024 - 10:11

Danmark fer longu í ár og næsta ár at brúka meira enn tvey prosent av bruttotjóðarúrtøkuni til verjuna.

Tað upplýsti Mette Frederiksen, forsætisráðharri, á tíðindafundi fyrrapartin.

- Danmark skal ikki vera eitt land, sum ger sær dælt av øðrum. NATO krevur, at vit hava eina deild, sum er okkurt um 6.000 mans, og at vit verða betur før fyri at verja okkum fyri loftálopum, sigur Mette Frederiksen.

Danmark fer at brúka 2,4 prosent av bruttutjóðarúrtøkuni til verjuna í ár og næsta ár.

Í tíðarskeiðnum 2024-2028 ætlar danska stjórnin at seta 40,5 milliardir krónur av aftrat til verjusemjuna, sum longu er upp á 155 milliardir.

Og nú skal herskyldan ikki bara galda fyri menn, men eisini kvinnur, sigur forsætisráðharrin:

 

13032024_Mette_um_verjuna

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 21. mars
Jambalaja - 210326
205988
Leygardag 21. mars
Upp á tá - 200326
205987
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 21. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205984
Fríggjadag 20. mars
Tinggáttin
205979
Fríggjadag 20. mars
KAKUMiKS 2 (1:7)
205963
Fríggjadag 20. mars
Javnaðarflokkurin í heita stólinum (7:7)
205949