FM-vinnari: Barebow setir størri krøv

FM-vinnari: Barebow setir størri krøv
Barebow setir størri krøv til skjúttan, tí bogin ongi hjálparól hevur. Tað heldur Frank Madsen úr Suðurskotið, sum fór avstað við FM-gullinum í greinini
18.03.2024 - 16:54

Frank Madsen vann kappingina í Barebow hjá monnum. 

Hann kappaðist ímóti liðfelaganum úr Suðurskoti, Thomas Christensen. Finalan endaði 6-4.

 - Vit vóru øgiliga javnir. Í innleiðandi umfarinum var bert eitt stig á muni, og í finaluni fylgdust vit til síðsta umfar, so tað kundi illa verið javnari, segði Frank Madsen.

Tað er ikki so vanligt í føroyskari bogaskjóting, at vaksin kappast í hesi greinini. Sum navnið bendir á, er talan um ein boga uttan hjálpartól, og tað heldur Frank Madsen setir størri krøv til skjúttan.

 - Tey, ið skjóta compound og recurve, halda kanska, at barabow er fyri nýbyrjarar, tí tað krevur ikki so nógv. Eg haldi hinvegin, at tað krevur meir, tí so nógv kann ganga galið. Í hinum greinunum hevur tú nógva útgerð til hjálpar. Tað er helst eftir, sum hvørjum tykir, segði Frank Madsen.

Hjá kvinnum skeyt bert Lilja Strøm Winther við barebow, og hon gjørdist tískil føroyameistari. Hon fekk 318 stig. Rakul Dam var einsamøll um compound. Hon gjørdist føroyameistari við 482 stigum.

 


Lilja Strøm Winther (t.v.) og Rakul Dam høvdu ongan at kappast við í ávíkavist barebow og compound hjá kvinnum. 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 3.apríl 2026
205931
Hósdag 2. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
206570
Hósdag 2. apríl
Morgunlestur hósdagur 2.apríl 2026
205930
Mikudag 1. apríl
Bókin, sum ongantíð varð gloymd
206548
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 2. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
206563
Mikudag 1. apríl
Dagur & vika - teknmálstulkað
206524
Týsdag 31. mars
Veðrið
206501
Týsdag 31. mars
KAKUMiKS 2 (2:7) - teknmálstulkað
206483