Kári Mortensen fingið herðaklapp

Kári Mortensen fingið herðaklapp
Kári Mortensen, deildarleiðari á Umhvørvisstovuni, fekk heiðurin “Ársins herðaklapp” frá Norrøna felagnum í Føroyum, tá ið Norðurlandadagurin varð hildin seinnapartin.
Kári Mortensen, deildarleiðari á Umhvørvisstovuni, varð í dag heiðraður við “Ársins herðaklappi” frá Norrøna felagnum í Føroyum
 
23.03.2024 - 18:28

Tá ið næstformaðurin í felagnum, Ásmundur Guðjónsson, handaði heiðurin, nevndi hann millum annað úr grundgevingini, at Kári í nógv ár hevur verið sera virkin í norðurlendska samstarvinum á sínum øki, som er orkupolitikkur.

Hann hevur brennandi áhuga fyri norðurlendska samstarvinum, og í føroyskum høpi er hann ein eldsál, sum altíð er til reiðar at tosað norðurlendska samstarvið upp, og hann sær møguleikarnar, vit føroyingar hava at gangnýta samstarvið við okkara brøðrafólk.

Annars setti Norðurlandadagurin hesaferð sjóneykuna á norðurlendskt samstarv, sæð úr einum ungum sjónarhorni, og trivnaður - serliga í útjaðaranum - var í miðdeplinum.

Ung úr Føroyum, Íslandi og Danmark høvdu framløgur um norðurlendskar samstarvsmøguleikar og skipanir, sum styrkja økið, og eisini var pallborðsorðaskifti.

Tað vóru Norðurlandahúsið, NORA, Norrøna Felagið í Føroyum og Uttanríkis- og Vinnumálaráðið, ið bjóðaðu til Norðurlandadagin, sum varð hildin í Norðurlandahúsinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Leygardag 19. september
Upp á tá - 180926
213505
Fríggjadag 18. september
Vikuskiftið 18 sept 2026
213496
Fríggjadag 18. september
LEITISSTEIN 18.09.2026 (Regin Guttesen)
213490
Fríggjadag 18. september
Breddin: Sjúk mentan í løgtinginum?
213475
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303