Finnast at Ísrael fyri at hava dripið neyðhjálparfólk í Gasa

Finnast at Ísrael fyri at hava dripið neyðhjálparfólk í Gasa
Stovnarin av World Central Kitchen sigur, at talan á ongan hátt var um mistak, tá rakettir raktu bilarnar, sum neyðhjálparfólkini vóru í
Sjey hjálparfólk hjá neyðhjálparfelagsskapinum, World Central Kitchen, vóru dripin í einum ísraelskum loftálopi í Gasageiranum mánadagin.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
04.04.2024 - 11:06

Ísrael er fyri hvøssum atfinningum, eftir at sjey hjálparfólk hjá neyðhjálparfelagsskapinum, World Central Kitchen, vóru dripin í einum ísraelskum loftálopi í Gasageiranum mánadagin.

Stovnarin av World Central Kitchen, José Andrés, segði í gjár, at talan á ongan hátt var um mistak, tá teir tríggir bilarnir vóru raktir av hvør sínari rakett í týðiliga frámerktum bilum. 

Aðalskrivarin í Nato, Jens Stoltenberg, fordømir álopið.

Ísrelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, segði fyrr í vikuni, at talan var um eina skeiva eyðmerking, sum elvdi til, at neyðhjálparfólkini vóru dripin. Hann sigur seg harmast hendingina, og at hon nú verður kannað.

Spanski forsætisráðharrin, Pedro Sanchez, heldur ikki, at ísraelska frágreiðingin kann góðtakast, og kallar hana fyri ófullfíggjaða. 

 

(Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix)

 

USA vil hava serlig átøk

Amerikanski verjumálaráðharrin, Lloyd Austin, hevur tosað við ísraelska starvsbróður sín, Yoav Gallant.

Hann bað í telefonsamrøðu Ísrael seta ítøkilig átøk í verk til tess at verja neyðhjálparfólk í Gasageiranum, skrivar NTB.

Eisini bað amerikanski verjumálaráðharrin Ísrael syrgja fyri at kanna hendingina gjølla.

Bretski uttanríkisráðharrin, David Cameron, vil eisini hava, at kanningin byrjar skjótt, og at hon verður gjøgnumskygd.

Sambært Retuers skulu amerikanski forsetin, Joe Biden, og ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, tosa saman í dag m.a. um hetta málið.

Við teimum sjey neyðhjálparfólkunum úr World Central Kitchen, hava fleiri enn 200 neyðhjálparfólk latið lív í Gasageiranum, síðani kríggið brast á.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 4. september
Vikuskiftið 4 sept 2026
212745
Fríggjadag 4. september
LEITISSTEIN 04.09.2026 (Fríða Saiya)
212738
Fríggjadag 4. september
Vit nerta við oyggjaørvit
212737
Fríggjadag 4. september
Vit nerta við virkna deyðshjálp
212727
Fríggjadag 4. september
Breddin: Trýstið á Evropa veksur
212721
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572