Forboð fyri at hjálpa russiskum skipum, sum fiska kongafisk

Forboð fyri at hjálpa russiskum skipum, sum fiska kongafisk
Grønlendska landsstýrið ætlar at seta forboð fyri umskiping og øðrum havnartænastum, og eisini forboð fyri at umskipa fisk á víðum havi
Forboðið verður galdandi í tí partinum av Irmingarhavinum, sum er millum grønlendsku eystustrondina og yvir móti Íslandi. (Savnsmynd)
 
09.04.2024 - 10:41

Nýggj kunngerð í Grønlandi fer at gera tað torførari hjá russiskum fiskiskipum at fiska kongafisk í tí partinum av Irmingarhavinum, sum er millum grønlendsku eysturstrondina sunnanfyri og yvir móti Íslandi.

Tað skrivar Sermitsiaq.

Landsstýrið í Grønlandi hevur sent kunngerð til hoyringar, har forboð verður fyri umskiping og øðrum havnartænastum, og eisini forboð fyri at umskipa fisk á víðum havi.

Við kunngerðini verður eisini forboð fyri at bunkra og at veita annan stuðul til skip, sum hava kongafisk umborð.

 

Í ferð við at niðurfiska stovnin

Sagt verður, at serliga russiskir trolarar 'eru spakuliga í ferð við at niðurfiska stovnin', skrivar Sermitsiaq.

- Grønland er umboðað í NEAFC saman við Føroyum í DFG-sendinevndini, sum er stytting fyri 'Danmark vegna Føroyar og Grønland'. 

DFG-sendinevndin hevur verið við til at atkvøða fyri forboðnum, og álagt er Grønlandi at seta kunngerðina í gildi, stendur í viðmerkingum til nýggju kunngerðina, sambært Sermitsiaq.

Evstamark fyri hoyringini er 2.mai.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 3. juni
Morgunlestur mikudagur 3.juni 2026
208841
Týsdag 2. juni
Tá Washington bankar upp á í Nuuk
209189
Týsdag 2. juni
Morgunlestur týsdagur 2.juni 2026
208840
Mánadag 1. juni
Við Tórði á túri í Edinburgh
209154
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 2. juni
Veðrið
209207
Mánadag 1. juni
Veðrið
209155
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
209050
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mf gentur 17-18
209045