Kærustovnurin ikki heimild at viðgera kæru um stik

Kærustovnurin ikki heimild at viðgera kæru um stik
Kært var, tí Landsverk segði seg ikki vilja hegna
Talan er ikki um at fyrisitingarliga avgerð, og tí hevur Kærustovnurin ikki heimild at viðgera málið.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
03.06.2026 - 08:26

Tað hjálpti ikki at kæra eina avgerð hjá Landsverki um hegning og viðlíkahald í sambandi við landsveg gjøgnum ein haga.

Tí Føroya kærustovnur sigur, at hetta er ikki hansara borð.

Talan er ikki um fyrisitingarliga avgerð, svarar Kærustovnurin.   

Kært var, tí Landsverk segði seg ikki vilja hegna.

Landsverk segði seg hvørki hava møguleika at lata stik, ella at gera avtalu við hagan um stik. 

Avgerðin hjá Landsverki var kærd.

Kærustovnur metir, at viðlíkahald av landsvegum er innan fyri faktiska virksemið hjá Landsverki.

Talan er um generellar rakstraruppgávur, sum Landsverk hevur ábyrgd av at røkja. 

Talan er sostatt ikki um eina fyrisitingarliga avgerð.

Tí hevur Kærustovnurin ikki heimild at viðgera málið, sigur hann.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025