Nú eru 54.600 fólk í Føroyum

Nú eru 54.600 fólk í Føroyum
Fólkavøkstur var í 15 av 29 kommunum seinasta árið
439 fólk løgdust aftrat fólkatalinum seinasta árið. (Savnsmynd: Hagstovan)
 
10.04.2024 - 10:02

1.mars búðu 54.591 fólk í Føroyum.

Tað eru 439 fleiri enn 1.mars í fjør. Vøksturin er 0,8 prosent.

Fólkavøksturin heldur fram á tíggjunda ári. 

Men seinastu tvey árini hevur hann verið lakari enn frammanundan. 

 

 

Lítið burðaravlop

Burðaravlopið hevur verið lutfalsliga lítið, fyrst tí deyðatalið vaks og síðani, tí burðartalið minkaði.

Nettoflytingin er eisini minkað nakað.

Vøksturin seinasta árið er burðaravlop, sum er 165 fólk, og nettoflyting, sum er 274 fólk. 

Fólkavøkstur var í 15 av 29 kommunum seinasta árið. 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
Nýtt ljóð
215223
Hósdag 22. oktober
Eitt korter við jazzi 22. oktober 2026
215211
Hósdag 22. oktober
Breddin: Føroysk hjálp til Ukraina
215198
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053