Niðurlaga ikki ríkisveitingina meira á hesum sinni

Niðurlaga ikki ríkisveitingina meira á hesum sinni
Aksel V. Johannesen, løgmaður, heldur, at størri dentur eigur at verða lagdur á onnur mál, eitt nú at víðka uttanríkispolitisku heimildirnar
Aksel V. Johannesen, løgmaður, heldur, at størri dentur eigur at verða lagdur á onnur mál enn at niðurlaga ríkisveitingina meiri. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
10.04.2024 - 13:31

Eingin ætlan er um at niðurlaga donsku ríkisveitingina meira á hesum sinni.

Tað sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.

BeinirJohannesen, formaður í Fólkaflokkinum, segði í Degi og viku í gjárkvøldið, at Fólkaflokkuin er sinnaður at gera langtíðarsemju við samgonguflokkarnar, um at niðurlaga ríkisveitingina eftir einum áramáli.

 

Beinir Johannesen er formaður í Fólkaflokkinum.

 

Men løgmaður vil ikki binda seg til at niðurlaga ríkisveitingina meira, enn ásett er í samgonguskjalinum - 25 milliónir kr. um árið í valskeiðnum. 

Hann heldur, at onnur mál eiga at verða raðfest, m.a. at at víðka uttanríkispolitisku heimildirnar.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

10042024_Aksel_um_rikisveiting

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Leygardag 5. september
Plátupanelið #41 (One & Done)
212762
Leygardag 5. september
Heilsuhornið
212604
Fríggjadag 4. september
Vikuskiftið 4 sept 2026
212745
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572