Fingu bjóðað 80.000 kr. fyri tvey atgongumerki til síðsta dystin hjá Klopp

Fingu bjóðað 80.000 kr. fyri tvey atgongumerki til síðsta dystin hjá Klopp
Gravgangurin eftir atgongumerkjum til síðsta PL-heimadystin á Anfield hjá Liverpool-venjaranum Jørgen Klopp er øgiligur. Atgongumerkini fara fyri ørandi upphæddir
Jørgen Klopp, venjarin hjá Liverpool, ið gevst í summar
 
11.04.2024 - 11:27

Týski venjarin hjá Liverpool, Jürgen Klopp, hevur kunngjørt, at hetta er hansara seinasta kappingarár í venjarasessinum. 

Karismatiski venjarin verður fagnaður av Liverpool-fjepparum um allan heim. 

Nógv eygu eru longu nú vend móti síðsta dystinum í Premier League, sum er ímóti Wolves og verður spældur á Anfield Road sunnudagin 19. mai.

 

Janus og sonurin hava pláss

Ein, sum er so heppin at hava atgongumerki til henda søguliga dystin, er Janus Mouritsson Joensen. Hann og sonurin hava pláss nakað aftanfyri har venjararnir sita. 

Teir hava eisini lagt til merkis, at fleiri kundu hugsað sær atgongumerki til dystin. Higartil er boðið 80.000 krónur, men svarið er bums nei.

Hetta verður ein ógvuliga serstøk uppliving, og tí kemur tað ikki upp á tal at selja, sigur Janus, ið hevur verið Liverpool-fjeppari í eini 30 ár.

 

1666245

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
RagnarRokk 22.oktober 2026
214664
Hósdag 22. oktober
Nýtt ljóð
215223
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053