Ætla nú at útvega annað skip fyri Tjaldrið

Ætla nú at útvega annað skip fyri Tjaldrið
Dennis Holm, landsstýrismaður, sigur, at talan verður annaðhvørt um at byggja ella keypa vaktarskip
Tjaldrið er 48 ára gamalt og ótíðarhóskandi.
 
11.04.2024 - 16:05

Landsstýrið fer í næstum at fyrireika at byggja ella útvega skip í staðin fyri Tjaldrið.

Tað upplýsir Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, í frágreiðingini um sjófeingi, sum hann legði fyri tingið í dag.

Tjaldrið er 48 ára gamalt og ikki tíðarhóskandi, og tað er sera torført at útvega skipinum eykalutir, sigur landsstýrismaðurin.

Fyri at kunna røkja altjóða eftirlitsskyldur, at hava góða tilbúgving og kunna veita neyðstøddum hjálp í stóra havøkinum kring Føroyar, er neyðugt at hava tvey virkin skip til endamálið.

 

 

NATO-venjingar

Dennis Holm sigur, at broytta heimspolitiska støðan og økta skipaferðslan hava eisini við sær, at tørvur er á at menna munagóða oljutilbúgving, og at styrkja førleikarnar at vera við í verju- og trygdarátøkum í okkara parti av Norðuratlantshavi, t.d. í sivilum NATO-flotavenjingum.

Farið verður í næstum undir at fyrireika at byggja ella útvega skip í staðin fyri Tjaldrið, sigur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum.

Orðaskifti um frágreiðingina frá Dennis Holm verður í løgtinginum 18. apríl.

Les frágreiðingina her. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Benjamin Rajani
215639
Fríggjadag 30. oktober
RagnarRokk: Bülent Ceylan um B.L.N.T.
215051
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
Dagur & vika - teknmálstulkað
215643
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485