Vil knýta sambond millum Hebridurnar og Føroyar

Vil knýta sambond millum Hebridurnar og Føroyar
Hóast Hebridurnar og Føroyar eru oyggjabólkar, sum á mangan hátt líkjast, er sambandið teirra millum avmarkað. Tað er spell, heldur John Randall frá Islands Book Trust
 
15.04.2024 - 16:00
1667152



Hebridurnar eru tveir oyggjabólkar vestanfyri Skotland. Størsti býurin er Stornoway. Oyggjarnar vóru einaferð undir norskum valdi, og enn finnast spor frá teirri tíðini.

Ytru Hebridurnar er oyggjabólkur, ið er árakað Føroyar, bara einar 500 kilometrar sunnari.

Ein av hesum oyggjum er Berneray. Tað var har antropologurin, Susanne Barding, sum hevur búð meginpartin av sínum lívi í Føroyum, arbeiddi fyri hálvari øld síðani. 

Herfyri kom bók hennara út, sum nágreiniliga lýsir lokalsamfelagið, sum tað var. Samrøða um ta bókina hoyrist her. 

Tað var felagið, Islands Book Trust, ið heldur til á oynni Lewis, ið gav út. 

Forleggjarin eitur John Randall, og hann er í løtuni í Føroyum fyri at knýta sambond millum oyggjabólkarnar.

Hann vísir á, at samfeløgini líkjast á mangan hátt. 

Enn í dag sæst týðiliga norrøna ávirkanin á Hebridunum. Tað kemur eitt nú til sjóndar á staðarnøvnum og arkitekturi.

Um hugt verður at fólkatalinum hevur gongdin verið rættiliga ymisk. Í Føroyum er tað sum kunnugt vaksið munandi seinnu árini, men á Ytru Hebridunum er gongdin øðrvísi. Har er fólkatalið nú um 25.000.

John Randall heldur seg í Føroyum síggja eitt fólk við nógv størri sjálvsáliti. 

Hann sær kortini tekin um, at trúgvin upp á egnan mátt spakuliga er farin at taka seg upp á Hebridunum, og at tað helst er ein fyritreyt, um gongdin í fólkatalinum skal vendast. 

Her spælir Islands Book Trust ein lítlan leiklut, heldur hann.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Fríggjadag 30. oktober
LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
215666
Fríggjadag 30. oktober
Breddin: Valið í Ísrael og rúsevnaviðgerð
215647
Fríggjadag 30. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Benjamin Rajani
215639
Fríggjadag 30. oktober
RagnarRokk: Bülent Ceylan um B.L.N.T.
215051
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672