Mett fyri minni: Her er uppskriftin til bíligu uggarnar

Mett fyri minni: Her er uppskriftin til bíligu uggarnar
Soleiðis gjørdi kokkurin Jákup Sumberg, tá hann borðreiddi ein suðurlendskan rætt við uggum í Mett fyri Minni.
 
23.04.2024 - 10:00

Uggar á fiski er nakað, sum fáir føroyingar munnu eta.

Men í veruleikanum er tað ikki so torført at gera ein rætt burtur úr hesi óvanligu bíligu matvøru.

Kokkurin Jákup Sumberg gjørdi ein suðurlendskan rætt í triðja parti av Mett fyri minni.

Mett fyri minni triði partur

Tilfar:

2 kg av uggum

Sjósalt

Ein vistfrøðilig sitrón

Olivenolja

Pipar

Salt

Hvítleykur

 

Mannagongd:

Vend uggarnir við 2 tsk av sjósalti, skalinum av einari sitrón, 1 dl av olivenolju, nýkvørnaðum pipari og trýstum hvítleyki

Hetta er ein góð grunduppskrift. Tú kanst eisini lata ymiskt annað í rættin: Jalapenos, várleyk, grøna piparfrukt, ingifer o.s.fr.

Bakað uggarnar í ovni á 150 hitastigum til uggarnir eru gjøgnumstoktir. Tað er uml. 10 minuttir

Trýst eitt sindur av sitrónsaft omaná lidnu uggarnir

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 28. apríl
Eftir sjey feit ár (4:4)
207658
Týsdag 28. apríl
Flaggdagshald 2026
207663
Týsdag 28. apríl
Breddin: Fútin og Bakkafrostmálið
207660
Mánadag 27. apríl
Við Tórði á túri um Leirvíksfjall
207621
Mánadag 27. apríl
KÍ aftur á slóðina
207602
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 28. apríl
Veðrið
207687
Mánadag 27. apríl
Veðrið
207632
Sunnudag 26. apríl
Guðstænasta úr Sandavágs kirkju
207572
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204
Fríggjadag 24. apríl
Veðrið
207539