300 hornblásarar á palli í Fuglafirði

300 hornblásarar á palli í Fuglafirði
Í dag er árliga Musikkstevnan hjá føroysku horn- og harmoniorkestrunum í nýggja skúlanum í Fuglafirði. Hetta er hæddarpunktið á hornorkesturárinum.
Musikkstevnan 2024 er í dag í nýggja skúlanum í Fuglafirði
Mynd: Hilmar Jan Hansen  
 
26.04.2024 - 15:42

Fuglafjarðar Hornorkestur er vertur, og hini orkestrini eru Havnar Hornorkestur, Klaksvíkar Hornorkestur, GHM, Sørvágs Tónleikarfelag, Kvinnuorkestrið, Nes Sóknar Musikkfelag, Tvøroyrar Hornorkestur, Ælabogin, Eiðis Ljómfelag og so danska Skanderborg Brass Band.

- Musikkstevnurnar hava skapt mong vinarbond og fleiri hava møtt hvørjumøðrum fyrstu ferð her, og hesin dagurin fer burturav til at nørdast við horntónleiki, sigur Rúni Abrahamsen.

Hann er sjálvur fuglfirðingur og byrjaði sum hornblásari í Fuglafjarðar Hornorkestri, sum pápi hansara, Arnhold Abrahamsen, var við til at seta á stovn í síni tíð. Seinnu mongu árini hevur Rúni spælt við Havnar Hornorkestri.

Í sínum dagliga yrki er Rúni Abrahamsen arkitektur, so hann hevur eisini teknað nýggja skúlan í Fuglafirði, so hann var spentur uppá, at hoyra, hvussu stóra høllin fór at roynast, nú øll orkestrini skuldu spæla har seinnapartin í dag.

- Av tí at skúlastovur og onnur høli liggja upp at høllini, er hon sera væl egnað, tí her er bæði pláss fyri hornblásarum, lurtarum og øðrum, tá ið stór tiltøk sum hetta eru, ið krevja munandi meira pláss enn annars, sigur hann.

Musikkstevnurnar hava verið uttan slit síðan 1966, so tann í ár er nummar 58 í røðini.

Hoyr samrøðu við Rúna Abrahamsen:

2024-04-26-Runi-Abrahamsen

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Fríggjadag 28. august
RagnarRokk: Gus G um Steel Burner
212034
Hósdag 27. august
RagnarRokk 27.august 2026
211825
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244