Portugal: Gomul hjálond fáa einki endurgjald

Portugal: Gomul hjálond fáa einki endurgjald
Portugisiski forsetin vil geva gomlu hjálondunum endurgjald fyri, at Portugal rændi fleiri milliónir fólk og gjørdi tey til trælir, men portugisiska stjórnin sigur nei
Portugisiski forsetin Marcelo Rebelo de Sousa fær ikki undirtøku frá stjórnini at geva gomlum hjálondum endurgjald
Mynd: Filipe Amorim/AFP/Ritzau Scanpix  
 
28.04.2024 - 11:51

Portugisiski forsetin Marcelo Rebelo de Sousa hevur í fleiri førum nevnt møguleikan fyri at geva fyrrverandi portugisiskum hjálondum endurgjald fyri, at Portugal tók fólk úr sínum hjálondum sum trælir.

Men nývalda stjórnin í Portugal hevur ongar ætlanir um at geva gomlu portugisisku hjálondunum nakað slag av endurgjaldi.

Tað skrivar Reuters.

Sosialdemokratiski forsetin Rebelo de Sousa hevur millum annað sagt, at gomlu hjálondini kunnu fáa búskaparligan stuðul ella fáa skuld eftirgivna sum eitt endurgjald fyri, at Portugal rændi fólk úr hesum londunum, men nývalda høgravenda stjórnin sigur seg ikki vera sinnaða at veita nakað endurgjald.

Mett verður, at Portugal frá 1400-talinum fram til 1800-talið flutti góðar 5,8 milliónir afrikanarar vestur um hav og gjørdi tey til trælir í Brasil.

Brasil var størsta hjálandið hjá Portugal, sum eisini hevði hjálond í Afrika og Asia.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329