63 mótmælisfólk handtikin í Georgia

63 mótmælisfólk handtikin í Georgia
Mótmæli eru ímóti einum uppskoti, sum skrásetir fyritøkur fyri at røkja útlendsk áhugamál, um útlendska fíggingin fer upp um 20 prosent
Harðir samanbrestir hava verið millum løgreglufólk og mótmælisfólk í georgiska høvuðsstaðnum Tblisi.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
01.05.2024 - 14:17

63 mótmælisfólk eru handtikin í sambandi við stór mótmælistiltøk í Georgia.

Tað upplýsir innanríkismálaráðið í Georgia sambært Ritzau.

Mótmælini eru byrjað í kjalarvørrinum á lógaruppskoti, sum millum annað sigur, at felagsskapir, miðlar og fyritøkur, sum eru fíggjað við meira enn 20 prosentum úti úr heimi, skulu skrásetast at røkja útlendsk áhugamál.

Georgia er góðkent at kunna gerast limur í ES, hóast landið ikki hevur fingið limaskap enn. 

 

(Mynd: AFP/Ritzau Scanpix)

 

ES: Lógin forðar fyri integratión

Men ES hevur funnist at lógaruppskotinum, tí hildið verður, at lógin forðar fyri integratión í ES, verður hon samtykt. Eisini verður funnist at harðrendu viðferðini, sum myndugleikarnir hava givið mótmælisfólkunum.

- Eg fordømi harðskapin, sum mótmælisfólk hava verið fyri í Georgia. Hesi fólk mótmæla friðarliga ímóti lógini um útlendska ávirkan, skrivar uttanríkisráðharrin í ES, Josep Borell, á sosiala miðlinum X.

Onnur, sum finnast at, kalla lógaruppskotið fyri "ta russisku lógina."

Hetta gera tey, tí líknandi reglur eru galdandi í Russlandi, og sum sambært Ritzau eru settar í verk fyri at revsa politisk mótstøðufólk.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 27. mai
Skratsj 27. maj 2026
208865
Mikudag 27. mai
Eitt korter við klassiskum
208859
Mikudag 27. mai
Morgunlestur mikudagur 27.mai 2026
208231
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 27. mai
Lokkin 1:2
109457
Mikudag 27. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208852
Týsdag 26. mai
Veðrið
208816
Mánadag 25. mai
Andaktin 2. Hvítusunnudag
208776