Elias: Verjan var yvirhøvur ikki nóg góð

Elias: Verjan var yvirhøvur ikki nóg góð
Føroyski spælskiparin var vónbrotin eftir tapið við átta málum fyri Norðurmakedónia. - Verjan var ikki nóg góð, segði hann, men ein størri orsøk var til, at HM-dreymurin brast
12.05.2024 - 20:03

 - Eg havi jú eitt, sum eg haldi, er øgiliga avgerandi, men eg haldi ikki, at eg skal siga tað.

Soleiðis segði føroyski spælskiparin, Elias Ellefsen á Skipagøtu, eftir at HM-dreymurin brast í Skopje sunnukvøldið. Meir vildi hann ikki siga, men helst sipar bakspælarin til dómararnar, sum ikki gjørdu føroyingunum nakrar tænastur í larmandi Boris Trajkovski-leikhøllini í Skopje.

Hinvegin var Elias Ellefsen á Skipagøtu atfinningarsamur, tá talan var um føroyska verjuavrikið í 34-26 tapinum.

 - Verjan hjá okkum var yvirhøvur ikki nóg góð, segði hann.

Føroyar høvdu eina sjey mála leiðslu við sær, men hon var horvin miðskeiðis í seinna hálvleiki, og tá alt skuldi avgerast, var heimaliðið við yvirlutan, og HM-endaspælið má bíða eitt sindur enn.

 - Vit eru allir øgiliga keddir og vónbrotnir, staðfesti stóra føroyska stjørnan, sum nú skal savna seg um endan á kappingarárinum í Kiel, sum hevur eina Champions League-hálvfinalu ímóti Barcelona at gleða seg til.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809