Nýggjur verjumálaráðharri skal fyrireika Russland til drúgt kríggj

Nýggjur verjumálaráðharri skal fyrireika Russland til drúgt kríggj
Andrej Belousov, sum hevur verið varaforsætisráðharri, tekur við sum verjumálaráðharri eftir Sergej Sjojgu
Andrej Belousov verður nýggjur verjumálaráðharri í Russlandi.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
13.05.2024 - 08:52

Russiski forsetin, Vladimir Putin, ger broytingar í stjórnini. 

Putin hevur sett Andrej Belousov til nýggjan verjumálaráðharra, sum kemur í staðin fyri Sergej Sjojgu.

Belousov hevur verið varaforsætisráðharri í stjórnini hjá Putin síðani 2020. 

Sjojgu, sum hevur verið verjumálaráðharri síðani 2012, skal nú vera leiðari fyri russiska trygdarráðið, skrivar tíðindastovan Reuters.

Amerikanski stovnurin ISW - Institute for the Study of War - tulkar broytingina í russisku stjórnini soleiðis, at Putin er í ferð við at fyrireika russiska búskapin og hermegina til eitt langt kríggj, møguliga móti NATO. 

Belousov hevur ongar beinleiðis hernaðarligar royndir, men hann er búskaparfrøðingur og hevur neyvt innlit í russiska búskapin.

Hann tekur við sum verjumálaráðharri í eini tíð, har útreiðslurnar til russisku hermegina eru øktar til sjey prosent av landsins bruttotjóðarúrtøku.

 

Mette Frederiksen, forsætisráðharri, á vitjan hjá Joe Biden, forseta í USA. Mette Frederiksen sigur seg fegnast um, at øll Norðurlond standa saman um NATO. (Savnsmynd: Ritzau Scanpix)

 

Toppfundur um trygd í dag

Trygdarpolitikkur er á skránni, nú seks lond hittast á toppfundi í Stokkholm ídag. 

Við á fundinum eru ríkis- og stjórnarleiðarar úr Svøríki, Norra, Danmark, Finnlandi, Íslandi og Týsklandi.

- Vit liva í eini tíð við kríggi í Evropa og eini hóttan úr Russlandi, sum roynir at seta kílar í Vesturheimin. Tí er at fegnast um, at Norðurlond nú øll standa saman um NATO, sigur danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, í tíðindaskrivi undan fundinum.

Á toppfundinum í svenska høvuðsstaðnum í dag fara leiðararnir eitt nú tosa um hybrid-hóttanina úr Russlandi.

Fyri viku síðani søgdu donsku trygdartænasturnar, PET og FE, at vandin fyri einum russiskum hybrid-kríggi móti Danmark er øktur.

Tað eru bæði danskir myndugleikar, fyritøkur og felagsskapir, sum hava relatiónir til Ukraina, ið eru í vanda fyri álopum.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. januar
Jambalaja - 170126
202831
Leygardag 17. januar
Vikugesturin: Litrík og stríðsfús
202823
Leygardag 17. januar
Vikan 17. januar 2026
202822
Leygardag 17. januar
Upp á tá - 160126
202819
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632