KÍ rennur aftan á oddaliðunum

KÍ rennur aftan á oddaliðunum
Bæði Víkingur og HB vunnu sínar dystir í gjár, og tí er eitt ávíst trýst á klaksvíkingum, sum vitja Skála í kvøld
Í 4. umfari avgjørdi Páll Klettskarð dystin ímóti Skála í yvirtíðini
Mynd: Leit  
 
21.05.2024 - 14:28

Trýst er á KÍ undan útidystinum ímóti Skála í kvøld.

Bæði Víkingur og HB vunnu sínar dystir í gjár, og oddaliðini bæði eru seks stig framman fyri verandi føroyameistararnar áðrenn dystin undir Mýruhjalla.

Espen Haug, sum sambært Norðlýsinum skjótt verður settur í venjarasessin, ið hann hevur røkt, síðan Haakan Lunov var uppsagdur, hevur fleiri spælarar at velja ímillum í kvøld, enn hann hevur havt síðstu vikurnar. 

Patrick Da Silva, sum kom inn í sigrinum á Víkingi síðsta vikuskifti, er klárur, meðan Deni Pavlovic og Mads Boe Mikkelsen helst vera í hópinum, skrivar ki.fo.

Skála, sum hevur fingið 10 stig fyrsta triðingin av landskappingini, tapti kortini seinast, tá HB vann 3-0 undir Mýruhjalla.

Seinast liðini hittust, var í 4. umfari, tá Páll Klettskarð avgjørdi dystin fyri KÍ í yvirtíðini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391
Týsdag 6. oktober
Fótbóltur: Kasakstan - Føroyar
214384
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342