Jacob Vestergaard: Landsstýriskvinnan segði ósatt fyri tinginum

Jacob Vestergaard: Landsstýriskvinnan segði ósatt fyri tinginum
Tingmaðurin hjá Fólkaflokkinum, sum eisini er løgtingsgrannskoðari, hevur kært Ingilín D. Strøm til landsstýrismálanevndina
Jacob Vestergaard, løgtingsmaður, er eisini ein av løgtingsgrannskoðarunum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
24.05.2024 - 14:59

Landsstýriskvinnan við bústaðarmálum segði ósatt fyri tinginum, tá hon í løgtinginum segði, at hon ikki hevði fingið ábendingar um, at tað eru trupulleikar við langtíðarhaldførinum hjá Bústøðum.

Tað sigur Jacob Vestergaard, løgtingslimur fyri Fólkaflokkin og ein av løgtingsgrannskoðarunum. Hann hevur kært landsstýriskvinnuna í bústaðarmálum til landsstýrismálanevndina.

 

Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna, er kærd til landsstýrismálanevndina. 

 

Ingilín Didriksen Strøm átti at vitað betur, sigur Jacob Vestergaard, tí hon hevði fingið tað at vita í frágreiðingini, sum Landsgrannskoðanin gjørdi um Bústaðir í vár, og sum landsstýriskvinnan hevði fingið sendandi undan viðgerðini. 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

24052024_Jacob_hevur_kaert_Ingilin

 

Ikki er greitt, um landsstýrismálanevndin fer at viðgera kæruna. Tað verður avgjørt á fundi ýsdagin.

 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341