Leita eftir sjónvarpslækna, sum gjørdi sending um heilsugransking í Føroyum

Leita eftir sjónvarpslækna, sum gjørdi sending um heilsugransking í Føroyum
Tá Michael Mosly ikki var komin til hús á griksku oynni Symi mikukvøldið, var farið at leita
Michael Mosley er horvin á griksku oynni Symi.
Mynd: Shutterstock.com  
 
07.06.2024 - 09:11

Leiting er sett í verk á griksku oynni Symi eftir bretska sjónvarpslæknanum Michael Mosley.

BBC skrivar, at 67 ára gamli læknin skuldi ganga frá strondini og heim til hús seinnapartin mikudagin. 

Tá hann ikki var komin heim klokkan hálvgum átta um kvøldið, ringdi kona hansara til løgregluna.

Michael Mosley er m.a. kendur fyri stóru sendirøðina hjá bretska kringvarpinum um at eldast, "Secrets of the Superagers."

 

Heilsugransking í Føroyum

Ein partur er um heilsugransking av kvinnum í Føroyum, um granskingarverkætlanina hjá Magna Mohr.

Verkætlanin fór av bakkastokki í 2013, har 85 miðaldrandi føroyskar kvinnur, sum ikki vóru kropsliga virknar, antin vandu fótbólt, svumu langar teinar, ella stuttar skjótar teinar í 15 vikur. 

Eftir hetta stovnaðu fótbóltskvinnurnar sítt egna fótbóltsfelag, FC Trón. Tær hava nú spælt regluliga í meira enn 10 ár. 

 

Skiftisárini kveiktu áhuga

Tað, sum ger hesa kanningina serstaka, er, at meginparturin av kvinnunum er komin í skiftisárini hetta tíðarskeiðið. Og tað var júst hetta, sum kveikti áhugan hjá bretska kringvarpinum.

Grikska løgreglan sigur við blaðið Daily Mail, at leitað verður í økinum, har Michael Mosley gekk túr. 

Fólk frá sløkkiliðnum eru eisini við í leitingini.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 19. mars
Nýtt ljóð 19. mars 2026
205893
Hósdag 19. mars
Fyrsta val 19. marts 2026
205872
Hósdag 19. mars
Andgletturin
205868
Hósdag 19. mars
Morgunlestur hósdagur 19.mars 2026
205767
Mikudag 18. mars
Valkøn 18. mars
205846
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 19. mars
Undir egið borð
205875
Hósdag 19. mars
Andgletturin - Fólkaflokkurin
205869
Hósdag 19. mars
Miðflokkurin í heita stólinum (5:7)
205862