Frídømdur í Landsrættinum fyri at innflyta og brúka elrennihjól

Frídømdur í Landsrættinum fyri at innflyta og brúka elrennihjól
Lógin var broytt 1. juni, men fyri ta tíð hevði politiið ikki heimild at leggja halda á elrennihjólini, sigur Landsrætturin
Landsrætturin hevur broytt ein dóm hjá Føroya rætti um elrennihjól.
 
11.06.2024 - 09:25

Eystari landsrættur hevur frídømt ein mann fyri at bróta ferðslulógina, tí hann hevur innflutt og brúkt elrennihjól í Føroyum.

Landsrætturin hevur tí broytt ein dóm hjá Føroya rætti.

Ákæruvaldið kravdi dómin hjá Føroya rætti staðfestan.

 

Politiið hevði ikki heimild at leggja hald á elrennihjólini, áðrenn lógin var broytt, sigur Landsrætturin.

 

Lógin broytt

Ferðslulógin var broytt 1. juni, so eingin ivi er um, at elrennihjól ikki eru loyvd á øki, sum ferðslulógin er galdandi fyri.

Men fyri ta lógarbroytingina hevði politiið ikki heimild til at leggja hald á elrennihjólini og heldur ikki at geva teimum sekt, sum koyrdu á teimum, sigur Landsrætturin.

Maðurin fekk í Føroya rætti 2.000 kr. í sekt fyri eitt brot á ferðslulógina. Hann var óansin í bili í ferðsluni.

Tann partin av dóminum appelleraði hann ikki.

 

Sleppur undan sekt

Í Føroya rætti fekk hann 700 kr. í sekt fyri at koyra við elrennihjóli. Men teirri sektini sleppur hann frá, nú hann er frídømdur.

Sambært Landsrættinum skal statskassin bera sakarkostnaðin í Føroya rætti og í Landsrættinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. juli
RagnarRokk 30.juli 2026
209740
Hósdag 30. juli
RagnarRokk: Phil Pendergast um Khemmis
209739
Mikudag 29. juli
Ringreiðin 2026
211376
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375
Mikudag 29. juli
Tingið verður sett - teknmálstulkað
211373