Grundstykkini skulu bjóðast út aftur

Grundstykkini skulu bjóðast út aftur
Sjóvar kommuna skal bjóða út aftur alment tvey grundstykki, sigur Kommunala eftirlitið
Á Strondum.
 
14.06.2024 - 06:07

Sjóvar kommuna skal bjóða út aftur alment tvey grundstykki.

Tað sigur Kommunala eftirlitið.

Sjóvar kommuna søkti um frávik frá kunngerðini um alment útboð, tá kommunur selja fastogn, tí meira enn eitt ár var liðið, síðani kommunan seinast lýsti fastognina til sølu.

Men Kommunala eftirlitið gav ikki kommununi viðhald.

Freistin í kunngerðini er endalig, sigur eftirlitið.

Endalig avtala er avgerandi

Hetta er eisini galdandi í teimum førum, har kommunan er farin undir samráðingar um sølu við áhugaðan keypara, áðrenn eitt árs freistin er farin. 

Avgerandi er, um bindandi avtala um sølu av ognini er gjørd, áðrenn eitt árs freistin er farin, sigur Kommunala eftirlitið.

So, um Sjóvar kommuna framvegis vil selja grundstykkini, noyðist kommunan tí at bjóða grundstykkini út alment av nýggjum. 

Sjóvar kommuna setti í november 2022 tvey grundstykki til sølu, men ikki fyrrenn nú, í juni 2024, er kommunan til reiðar at gera bindandi avtalu við keypara. 

Meira enn eitt ár er farið, so kommunan noyðist at bjóða út aftur stykkini, sigur Kommunala eftirlitið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. juni
Morgunlestur hósdagur 18.juni 2026
209565
Mikudag 17. juni
Skratsj 17. juni 2026
209843
Mikudag 17. juni
HM-poddurin: Frá Pelé til Messi
209837
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762