Formaðurin í reiðarafelagnum tekur undir við makrelsemjuni

Formaðurin í reiðarafelagnum tekur undir við makrelsemjuni
Hanus Hansen, stjóri í JFK, heldur ikki, ar vit kunnu halda fram at áseta okkum størri kvotur, enn tað loysir seg at fiska
Hanus Hansen er formaður í reiðarafelagnum og stjóri í JFK.
 
18.06.2024 - 12:20

- Meira fæst fyri makrelin í bretskum sjógvi, og fiskast effektivari. Haraftrat kunnu vit ikki halda fram at áseta okkum størri kvotur, enn tað loysir seg at fiska.

Tað sigur Hanus Hansen, formaður í reiðarafelagnum og stjóri í JFK.

 

Við makrelsemjuni sleppa føroysk skip eisini í bretskan og norskan sjógv. (Savnsmynd)

 

Hann tekur undir við semjuni, sum landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur gjørt við Bretland og Noreg um makrelin. 

Frá at hava ásett sær sjálvum kvotu upp á 19 prosent, hava Føroyar við semjuni minkað partin av heildarkvotuni úr 12,6 prosentum, niður í 12 prosent. Afturfyri sleppa føroysk skip eisini í bretskan og norskan sjógv. 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

18062024_Hanus_um_makrelsemju

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329