Avdúka nýggja miðbýarætlan fyri Fuglafjørð

Avdúka nýggja miðbýarætlan fyri Fuglafjørð
Seinastu vikurnar hevur ein dómsnevnd mett um uppskotini frá EyA, Map og Henning Larsen NA, sum kommunan bjóðaði til hugskotskappingina
Miðbýarætlan fyri Fuglafjørð verður avdúkað klokkan 17. (Savnsmynd)
 
18.06.2024 - 15:25

Ein nýggj miðbýarætlan fyri Fuglafjørð verður avdúkað klokkan 5 seinnapartin.

Miðbýarætlanin skal styrkja verandi møguleikar, styrkja samleikan í økinum og fáa eindirnar í býnum at finna saman. Samstundis er høvuðsendamálið at økja trivnaðin, leggja upp til nýggj bústaðarmynstur og skipa ferðsluna á tryggan hátt, sigur kommunan.

Kappingin er ein innboðin arkitektakapping, skipað sum ein hugskotskapping, ið er útskrivað eftir reglunum hjá Arkitektafelag Føroya.

 

Tríggjar teknistovur

Fuglafjarðar kommuna bjóðaði teknistovunum EyA, Map og Henning Larsen NA við í  hugskotskappingina. Arkitektafelag Føroya hevur ráðgivið kommununi í tilgongdini.

Freistin at lata hugskot til miðbýarætlan fyri Fuglafjørð var 24. mai.

Seinastu vikurnar hevur ein dómsnevnd, sett saman av fakdómarum, býráðspolitikarum og starvsfólki úr umsitingini, mett um uppskotini, og í dag klokkan 17 fer nevndin at avdúka niðurstøðuna.

Samlaða upphæddin til virðislønir, innkeyp og samsýningar er 750.000 kr.

Øll eru vælkomin, sigur Fuglafjarðar kommuna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-ArcticVision 2026
214213