Neyt í USA smittað við fuglakrími

Neyt í USA smittað við fuglakrími
Birna Mørkøre, landsdjóralækni, sigur, at vit skulu vera ansin, tá súgdjór verða smittað
Fuglakrím er staðfest í neytum á 40 bóndagørðum í USA. (Savnsmynd: Ritzau Scanpix)
 
19.06.2024 - 12:20

Fyri fyrstu ferð er staðfest, at neyt eru smittað við fuglakrími.

Ikki í Føroyum, men í USA.

Fuglakrím er funnið í mjólkneytum í fleiri statum í USA. 40 bóndagarðar eru raktir. Amerikanskir myndugleikar hava eisini funnið leivdir av hesum virusi í mjólk, sum ikki er hitaviðgjørd.

 

Birna Mørkøre er landsdjóralækni. 

 

- Vit skulu vera ansin, tá súgdjór verða smittað, sigur Birna Mørkøre, landsdjóralækni.

Hon er tó ikki ovfarin av, at fuglakrím nú er funnið í neytum.  

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

19062024_Fuglakrim_i_neytum

 

Heilsufrøðiliga starvsstovan heitir á fólk um at siga frá, um komið verður fram á sjúkan ella deyðan fugl.  

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. september
Filosofiskur 3. partur
213777
Leygardag 26. september
Jambalaja - 260926
213836
Leygardag 26. september
Upp á tá - 250926
213832
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650