EM í fótbólti: Stóruppgerðir í Týsklandi í dag

EM í fótbólti: Stóruppgerðir í Týsklandi í dag
Tveir sannir stórdystir eru á skránni í EM-endaspælinum í dag. Í bólki C spæla Ongland og Danmark, meðan Spania og Italia bresta saman í bólki B
Ensk viðhaldsfólk við Romerberg-torgið í Frankfurt undan dystinum ímóti Danmark í seinnapartin
Mynd: Jana Rodenbusch/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
20.06.2024 - 14:55

Tveir stórdystir eru á skránni í EM-endaspælinum í Týsklandi í dag. 

Í bólki C spæla Ongland og Danmark klokkan 17.00. Real Madrid-stjørnan Jude Bellingham tryggjaði onglendingum tepran 1-0 sigur á Serbia í 1. umfari, og vinnur Ongland á Danmark í dag, hava teir spælt seg víðari í kappingini.

Danmark hevur hinvegin stóran tørv á stigum. Christian Eriksen skoraði í dystinum ímóti Slovenia í 1. umfari, men slovenar javnaðu, og liðini fingu eitt stig í part.


Donsk viðhaldsfólk vóna, at Danmark fær stig ímóti Onglandi í dag. MYND: Jana Rodenbusch/Reuters/Ritzau Scanpix

 

Risar bresta saman

Evropeisku stórtjóðirnar, Spania og Italia, bresta saman í 2. umfari í bólki B. Spania smurdi Kroatia av í fyrsta dystinum, har bert 16 ára gamli Lamine Yamal gjørdist ynski spælarin higartil, sum hevur spælt í einum EM-endaspæli. 

Albania skelkaði Italia, tá Nedim Bajrami skoraði longu eftir 23 sekundum í 1. umfari. Við málum frá Alessandro Bastoni og Nicolò Barella eydnaðist kortini italiumonnum at venda hóttandi tapinum til sigur.

Ein sigur tryggjar vinnaranum eitt pláss í endaspælinum, meðan ein javnleikur eisini kann vera nóg mikið.

Triði dysturin í dag er í bólki C. Hann er ímillum Slovenia og Serbia. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 10. september
Eitt korter við jazzi
213032
Hósdag 10. september
Morgunlestur hósdagur 10. september
212705
Mikudag 9. september
Skratsj 9. sep. 2026
212998
Mikudag 9. september
Tí tú ert kvinna 1:3
212994
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 9. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213002
Týsdag 8. september
Veðrið
212949
Týsdag 8. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212908
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777