Ættleiddir grønlendingar krevja eina millión í endurgjaldi

Ættleiddir grønlendingar krevja eina millión í endurgjaldi
Verður kravið havnað, verður farið í rættin við málinum, sigur advokaturin hjá teimum fýra fólkunum, sum vóru ættleidd til danskar fosturfamiljur
Mál um danir, sum hava ættleidd børn úr Grønlandi, eru javnan á breddanum. Nú hevur ein danskur advokatur kravt eina millión kr. í endurgjaldi fyri fýra grønlendingar, sum vóru ættleiddir. (Savnsmynd: Sermitsiaq)
 
21.06.2024 - 16:00

Fýra grønlendingar krevja tilsamans eina millión krónur í endurgjaldi frá danska statinum. 

Málið snýr seg um fýra grønlendsk børn, sum á ungum aldri vóru ættleidd til danskar fosturfamiljur. Hetta var frá 1950 til 1970'ini.

Sakførarin hjá teimum fýra, Mads Pramming, krevur 250.000 krónur í part til tey fýra. 

Hann heldur, at ættleiðingin er framd á ivasomum grundarlagi og uttan samtykki frá foreldrunum.

 

Staturin visti um trupulleikarnar

- Eingin ivi er um, at danski staturin visti, at trupulleikar vóru sum heild við ættleiðingunum, sigur Pramming við Ritzau-tíðindastovuna.

- Grønlendingarnir hildu, at teir læntu barnið til nøkur fosturforeldur; men tey høvdu ikki skilt, at tað var fyri lívið, og at tey ikki skuldu síggja børnini aftur, sigur Mads Pramming við danska kringvarpið.

Hann hevur longu orðað eina stevning móti danska statinum, um endurgjaldskravið verður havnað.

Í Danmark eru fleiri søgur komnar undan kavi um, hvussu børn vóru ættleidd, uttan at foreldrini høvdu nakran avgerðarrætt. 

 

Sjálvtøkuborð

Alfred Dam, sum var stjóri fyri sosialu deildina í Grønlandi frá 1967 til 1971, lýsir ættleiðingina sum 'sjálvtøkuborð'.

- Danir - eitt nú læknar, lærarar og sjúkrarøktarfrøðingar -  virkaðu ofta sum millumgongumenn, og vóru við til at senda børn til Danmarkar, og søgdu, at mamman hevði givið ella lænt teimum barnið, segði Alfred Dam við danska blaðið Information í 2020.

Hóttanin um stevning er send danska forsætismálaráðnum í dag, á sjálvum grønlendska tjóðardegnum. 

Tí vónar Mads Pramming, at staturin vil samskifta við tey fýra, so endurgjaldið verður útgoldið uttan rættarmál.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. januar
Morgunlestur týsdagur 13.januar 2026
202442
Mánadag 12. januar
Slutur fyri ein slatur í januar
202522
Mánadag 12. januar
Morgunlestur mánadagur 12.januar 2026
202440
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
202571
Mánadag 12. januar
Veðrið
202554
Sunnudag 11. januar
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
202498
Sunnudag 11. januar
Andaktin við Ólavi Davidsen
202497
Sunnudag 11. januar
Nýggjárskonsertin 2026
202491