Veljarakanning: SF er størri enn Javnaðarflokkurin

Veljarakanning: SF er størri enn Javnaðarflokkurin
Var fólkatingsval nú, hevði SF fingið 18,8 prosent av atkvøðunum og sosialdemokratarnir 18,4 prosent
Pia Olsen Dyhr er forkvinna í SF. Flokkur hennara hevur góðan byr í nýggjastu veljarakanningini.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
24.06.2024 - 11:05

Sosialistiski Fólkaflokkurin í Danmark er nú størri enn Javnaðarflokkurin.

Ein kanning, sum Voxmeter hevur gjørt, vísir, at var val nú, hevði SF fingið 18,8 prosent av atkvøðunum, skrivar Ritzau.

Javnaðarflokkurin hevði fingið 18,4 prosent, og tað er fyrstu ferð í nærum 10 ár, at sosialdemokratarnir ikki eru størstir í eini veljarakannig. 

Á fólkatingsvalinum í 2022 fekk Javnaðarflokkurin 27,5 prosent av atkvøðunum. 

SF fekk 8,3 prosent. 

Óvissan í kanningini er 2,4 prosent. 

 

Mette Frederiksen, forsætisráðharri. Flokkur hennara hevur stóra afturgongd, og sambært veljarakanningini hjá Voxmeter er Javnaðarflokkurin nú minni enn SF. (Mynd: Ritzau Scanpix)

 

Gongur aftur á hondina

Javnaðarflokkurin hevur ikki havt so lítla undirtøku, síðani hann skipaði stjórn saman við Vinstraflokkinum og Moderatunum eftir valið í 2022. 

Flokkurin hevur heldur ikki staðið seg so illa í eini veljarakanning, síðani Mette Frederiksen gjørdist forkvinna.

Meðan Helle Thorning-Schmidt var forkvinna í Javnaðarflokkinum, vóru kortini tíðarskeið, at flokkurin stóð seg verri í veljarakanningum.

Í 2013 vísti ein kanning hjá Voxmeter, at Javnaðarflokkurin fekk 15,8 prosent.

Mette Frederiksen hevur verið forkvinna síðani 2015. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Leygardag 12. september
Upp á tá - 110926
213150
Leygardag 12. september
Morgunlestur leygardagur 12. september
212707
Fríggjadag 11. september
Vikuskiftið 11 sept 2026
213138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136
Hósdag 10. september
Veðrið
213065