MDMA-málið: Ein maður tikin aftrat - kemur fyri rættin í dag

MDMA-málið: Ein maður tikin aftrat - kemur fyri rættin í dag
Ákæruvaldið heldur, at maðurin eigur líka stóran lut í MDMA-málinum sum tey bæði dømdu
Ein maður er tikin aftrat í MDMA-málinum, og hann kemur fyri rættin í dag. (Savnsmynd)
 
25.06.2024 - 09:06

Fyrrapartin í dag verður rættarfundur um MDMA-rúsevnismálið, sum herfyri var avgreitt í Føroya rætti.

Tí nú er ein maður aftrat tikin í Danmark.

Maðurin, sum er 30 ára gamal og dani, var í Føroya rætti in absentia - tað er, hann var ikki hjástaddur - tann 7.mai.

Politiið í Føroyum bað síðani politiið í Danmark taka mannin.

Hann var tikin 13.juni og kom til Føroya í gjár.

Ákæruvaldið heldur, at maðurin eigur líka stóran lut í MDMA-málinum sum tey bæði dømdu.

 

Treytaleys fongsulsrevsing

Ein kvinna var hósdagin í Føroya rætti dømd eitt árs fongsulsrevsing, og ein maður halvtannað ár fyri at hava 160 gramm av rúsevninum MDMA við sær til Føroya tann 30. mars.

Revsingin er treytaleys. Tey eru bæði donsk.

Hon hevði rúsevnini innvortis, í móðurskeiðini.

Ein føroyingur var eisini ákærdur, tí ákæruvaldið heldur, at hann skuldi hava rúsevnini. 

Men hann var frídømdur í Føroya rætti.

Ákæruvaldið hevur skotið frídømingina inn fyri landsrættin.  

Maðurin, sum fekk hálvtannað ár, hevur eisini appellerað, tí hann vil hava linari dóm.

MDMA er tað sama sum ecstasy.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Maðurin umborð
214371
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391