Gerandisdagurin tann sami sum fyri ósemjuna

Gerandisdagurin tann sami sum fyri ósemjuna
Gerandisdagurin í Skálagarði er eins góður í dag sum hann var undan ósemjuni, sigur Almannaverkið
Skálagarður er í Klaksvík.
Mynd: Bárður Lydersen  
 
27.06.2024 - 06:06

Gerandisdagurin í Skálagarði er eins góður í dag sum hann var undan ósemjuni.

Tað er metingin hjá Almannaverkinum.

Ósemja er millum leiðaran í Skálagarði og leiðsluna á Almannaverkinum.

Leiðarin er tí í løtuni frítikin fyri tænastu. 

Hjørdis Mortensen, depilsstjóri í Almannaverkinum, sigur í tíðindaskrivi, at av tí at talan er um starvsfólkamál, ber ikki til at siga nágreiniliga, nær ein endalig niðurstøða verður gjørd.

Miðað verður tó eftir at avgreiða málið sum skjótast og uttan ógrundaðan steðg, sigur hon.

Almannaverkið hevur sett eitt fyribils leiðslutoymi í Skálagarði.

Jóhanna Jancyardóttir, eindarleiðari í Almannaverkinum, er leiðari í leiðslutoyminum.

Av tí at trupult er at manna størvini í Skálagarði, eru har í løtuni trý starvsfólk frá danskari vikarstovu, sigur Hjørdis Mortensen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. juli
Ringreiðin 2026
211376
Mánadag 27. juli
Nert ikki við á Pride 2026
211326
Mánadag 27. juli
Oyggjar undir trýsti – 4. sending
210596
Mánadag 27. juli
Poppverturin 9
208463
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375
Mikudag 29. juli
Tingið verður sett - teknmálstulkað
211373